Giza Hoyvík vann 1-0 á Toftum, og nú er greitt, at liðið heldur fram í 1.deild. Hinvegin skal B36 niður aftur í 2.deild. (Mynd: Sverri Egholm)

Sigrar til Giza Hoyvík og TB/FCS/Royn - B36 fer niður í 2.deild

Agnar Frederiksen

30.09.2017 - 21:13

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Alt varð avgjørt í botninum, tá 25. og triðseinasta umfar í næstbestu deildini varð leikt í dag. Bæði Giza Hoyvík og TB/FCS/Royn vunnu á útivølli á liðum úr ovaru hálvu á stigatalvuni, og tá B36 samstundis tapti grannauppgerðina ímóti HB, er tað nú greitt, at B36 skal aftur í 2.deild.

Tað at Giza Hoyvík og Suðringar vunnu gekk útyvir ávíkavist B68 og KÍ. Av tí at Víkingur vann í dag, so er tað allarhelst bara KÍ, ið toftamenn kunnu fáa fatur á í stríðnum um at flyta upp.

Støðan eftir 25. umfør:

AB 61
Víkingur 47
KÍ 46
B68 43
HB 36
NSÍ 33
Giza Hoyvík 32
TB/FCS/Royn 31
B36 24
ÍF 0

Tað kom bert eitt mál á Svangaskarði í dag, og tað kom ímóti endaum. Tað var fyrrverandi B68-leikarin Ahmed Keita, ið skoraði fyri Giza Hoyvík. Málið ger, at Giza Hoyvík nú hevur tryggjað sær enn eitt ár í 1. deild, og at B68 framvegis er uttanfyri topp trý. Toftamenn kunnu tó fegnast um, at KÍ tapti i Klaksvík.

TB/FCS/Royn vann 2-1 sigur norðuri í Klaksvík. Suðroyarliðið kom á odda beinavegin, men stutt fyri hálvleik javnaði KÍ. Tað var leingi 1-1, men smáar tíggju minuttir fyri leiklok avgjørdi David Muller dystin fyri Suðringar, ið harvið spælir aftur í 1.deild komandi ár. KÍ missir 2. plássið til Víking, men er framvegis í topp trý.

B36 tapti tepurt í grannauppgerðini í Gundadali. Hetta úrslitið hevur við sær, at B36 ikki hevur ein møguleika at yvirliva í deildini. Hóast millum annað Jákup á Borg var við á B36-liðnum og skoraði, so vann HB 3-2. B36 megnaði at svara aftur eftir at HB kom á odda 1-0 og 2-1, men Hans Jákup Annfinsson avgjørdi dystin fyri HB miðskeiðis í 2.hálvleiki. B36 vann 2. deild í fjør, men noyðist nú niðuraftur saman við ÍF, ið eisini er uppflytari. Tað eru B71 og Skála ið flyta upp. 

Víkingur hevur verið í sera góðum formi í seinnu hálvu. Í dag vunnu ungu víkingarnir 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Bæði málini komu í 2.hálvleiki. Víkingur hevur nú vunnið seg fram á 2. pláss, og hevur nærum tryggjað sær í minsta lagið eitt bronsuheiðursmerki.

Tann dysturin sum hevði minst at siga var á Argjum, har AB tók ímóti ÍF. Tað var av álvara toppur ímóti botni, tá suverena oddaliðið, ið er flutt upp og hevur vunnið deildina, hevði vitjan av botnproppinum, ið einki stig hevur. Tað var heldur ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Argjamenn vunnu 9-0 eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum.

Nú er spurningurin, um B68 megnar at koma í topp-trý og harvið flyta upp. Komandi umfar skal B68 á vitjan á Argjum. Um B68 ikki vinnur, og KÍ vinnur í Hoyvík, so er møguleikin hjá B68 næstan farin, tí KÍ hevur so nógv betri málúrtøku. KÍ skal eisini spæla ímóti AB. Hetta er í seinasta umfari í Klaksvík. So um B68 vinnur á Argjum, so er alt púra opið í seinasta umfari.

25. umfar:

B68-Giza Hoyvík 0-1 (0-0)

0-1: Ahmed Keita


KÍ-TB/FCS/Royn 1-2 (1-1)

0-1: Gutti Kristiansen

1-1: Jógvan Isaksen

1-2: David Múller


HB-B36 3-2 (2-1)

1-0: Hjalti K. Djurhuus

1-1: Jákup á Borg

2-1: Símun Samuelsen

2-2: Uni Holm Johannesen

3-2: Hans Jákup Annfinsson


Víkingur-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: Asbjørn Svensson

2-0: Elias Lervig


AB-ÍF 9-0 (3-0)

1-0: Bjarki Nielsen

2-0: Bárður Olsen

3-0: Filip í Liða

4-0: Sørin N. Samuelsen

5-0: Filip í Liða

6-0: Teitur D. Olsen

7-0: Sørin N. Samuelsen

8-0: Teitur D. Olsen

9-0: Cristian í Garði


Næsta vikuskifti er frívikuskifti. 26.umfar verður leikt leygardagin 14.umfar.



beint nú