(Privatmynd)

Sigrun útskrivað á 27-ára føðingardegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.03.2017 - 19:47

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði varð í dag útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hetta er eftir eina sera drúgva sjúkralegu, har hon hevur fingið nýggj lungu. Og dagurin í dag er eisini serligur, tí Sigrun hevur nevniliga føðingardag í dag.

- Í dag er dagurin tá eg fylli 27 ár, so betri føðingardagsgávu kundi eg ikki ynskt mær. Uttan nýggj lungu, hevði eg óiva ikki kunnað hildið føðingardag í dag. Í dag er eisini dagurin har eg fylli 27 ár, so betri føðingardagsgávu kundi eg ikki ynskt mær, skrivar Sigrun á sínari Facebooksíðu, har hon javnan hevur dagføringar.

- Eg hugsi so nógv um familjuna hjá mínum donori og tað sváru tíð tey fara ígjøgnum. Eg hevði ynskt at eg kundi takka teimum, skrivar hon víðari.

Tað var fyrst í hesum árinum, at hon fekk nýggj lungu. Hon fekk staðfest cystiska fibrosu tá hon varð 2 ár.

- At eg eri útskrivað merkir, at eg sleppi at sova hjá mínum deiliga manni og soni hvørja nátt, men eg skal kortini inn á sjúkrahúsið nakrar ferðir um vikuna.

Les eisini: Sigrun Jóhansdóttir Bisp fingið nýggj lungu