Mikkjal Thomassen mátti av ítróttarøkinum í dystinum móti Skála (Mynd: KvF)

- Sigur eitt sindur um trýstið á KÍ-venjaranum

Sverri Egholm

20.04.2018 - 18:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mest umrødda ítróttarhendingin farnu vikuna hevur ivaleyst verið tá Mikkjal Thomassen varð burturvístur av vøllinum í dystinum millum Skála og KÍ.

- Tað sigur væl eitt sindur hvørjum trýsti Mikkjal er undir, heldur Sigfríður Clementsen, viðmerkjari. Hetta sigur hann í fótbóltskjakinum hjá kvf.fo.

- So tíðliga, støðan er 0-0 og so at yvirreagera sum hann ger. Hann vil til eina og hvørja tíð siga, at hann følir seg órættvíst behandlaðan og so sigur hann frá. Tað kann man hava respekt fyri, men hatta sigur eitt sindur um trýstið, sum hann er undir, sigur Sigfríður Clementsen.

- Hann fer ov vítt hesuferð, og tað er tað, tað er, og so fær hann ein dyst (sum revsing, red.) fyri tað og so koyrir man víðari, sigur Sigfríður Clementsen.

Dysturin endaði 0-0, og Skála var sostatt fyrsta liðið sum megnaði at taka stig frá klaksvíkingum, sum annars eru ósigraðir og hava 16 stig.

Síggj hendingina á kvf.fo her


Dystirnir sunnudagin
B36 - AB (15:00)
Víkingur - 07 Vestur (15:00)
TB/FCS/Royn - HB (15:00)
KÍ - EB/Streymur (15:00)
NSÍ - Skála (16:00)