Silvur til Øssur D. Eiriksfoss í Norður-Írlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

24.11.2013 - 19:51

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Øssur D. Eiriksfoss og Bogi Berg eru júst lidnir við finalu-kappingarnar í NEC (Northern European Championships) sum er í Norður-Írlandi. Fyri Føroyar gjøtrdust úrslitini sera góð.

Øssur D. Eiriksfoss gjørdist nummar tvey og Bogi Berg gjørdist nummar seks í finaluni.

- Vit kunnu ikki annað enn vera nøgd við kappingina, tí Bogi fekk eitt 6.pláss og Øssur fekk eitt deilt annað pláss saman við einum norskum fimleikara í lop yvir hest. Hettar er fyrsta heiðursmerki Føroyar hava vunni til NEC.

- Hetta er fyrstu ferð at nakar føroyingur kemur til eina finalu í NEC, at vit so eisini fáa heiðursmerki eru vit í Fimleikasambandinum ikki annað enn sera væl nøgd við, sigur Harald Joensen, nevndarlimur í Fimleikasambandinum.