Silvurdrongur og Open Mic/Open Stage í kvøld

Sverri Egholm

13.06.2018 - 18:53

Mentan >

Í kvøld verður aftur Open Mic/Open Stage í Perluni. Hesaferð er Silvurdrongur gestur. Hann er orðasangari og rithøvundur, sum fer at lesa upp úr síni nýggju útgávu Silvurbók og kanska spæla okkurt lag.

Silvurdrongur er Trygvi Danielsen, ið er eitt av okkara heitastu nøvnum í løtuni.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Silvurdrongur
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum