Silvurheiðursmerki til Torkil í Visby

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 11:27

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Súkklarin Torkil Veihe vann í dag silvurheiðursmerki í súkkling, sokallaðu kriterium-kappingini, eisini kallað býarkoyring.

Kappingin gekk fyri seg inni í Visby, tó ikki á teimum smalastu steinsettu gøtunum, men á meira víðum asfalteraðum gøtum. Umstøðurnar vóru kortini truplar, tí tað regnar á Gotlandi í dag.

Torkil Veihe vann silvur í hesi kappingini. Hann og Karl Patrick Lauk komu saman á mál, men súkklarin av Saaremaa, sum vann bronsuna í landavegssúkklingini var skjótastur í spurtinum.

Dávur Magnussen gjørdist nummar 11 og Gunnar Dahl-Olsen nummar 27.