Sinnisbati skipar fyri tiltaki um sálarliga fyrstuhjálp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

06.06.2018 - 07:18

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

Í kvøld 6. juni skipar Sinnisbati fyri tiltaki um sálarliga fyrstuhjálp, boðar felagið frá.

Torunn Osá, sum í fleiri ár hevur starvast sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á psykiatriska deplinum, og sum í dag arbeiðir sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, fer at hava framløgu um sálarliga fyrstuhjálp og týdningin av henni. 

Eisini fer Birgit Andersen, sum er leiðari í økispsykiatriini í Føroyum, at hava upplegg.

Meira kann lesast um tiltakið her.