Sirið: Avgerðin um Tórshavnar havn stendur við

Ingi Samuelsen

15.08.2016 - 08:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almenn umsiting

Umhvørvisgóðkenningin til útbygging av Tórshavnar havn stendur við. Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við umhvørvismálum í dag í almennari viðmerking.

- Tað tykist standa ósvarað, hvørt góðkenningin til Tórshavnar Havn stendur við. Lat meg svara beinanvegin, at góðkenningin stendur við. Tað havi eg eisini sagt alment, skrivar Sirið Stenberg.

- Tá ið eg havi víst á, at mær tørvaði meira tíð til umrøðu av málinum, so var tað ikki í mun til sjálva avgerðina, men í mun til at fáa kunnað á landsstýrisfundi og at fáa nærri innlit í grundgevingarnar, umframt hvussu málið kundi handfarast, tá ið tað fór alment út. Møguliga havi eg ikki verið nóg greið í hesi útmelding, skrivar landsstýriskvinnan, og leggur afturat:

- Eisini er týðandi at fáa sagt, at eg hevði ongar ætlanir um at broyta avgerðina. Tí er spurningurin um at taka góðkenningina aftur ikki relevantur og hevur ongantíð verið tað.

Les alla viðmerkingina á lesaranum