Mynd: Jens Kr. Vang

- Fyrsta málið verður løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.05.2017 - 16:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Løgtingið samtykti í dag at yvirtaka lógarøkið víðvíkjandi persóns-, húsfólka- og arvarætti. Uppskotið varð samtykt við seytjan atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.

Hetta merkir, at í framtíðini fara føroyskir myndugleikar at hava lóggávuvald og útinnandi vald á familjurættarliga økinum.

Henda uppgáva liggur sum nú er hjá donskum myndugleikum og verður útint hjá Ríkisumboðsmanninum. Yvirtøkan fær gildi á Ólavsøku í 2018.

Málsøkið persóns-, húsfólks- og arvarættur fevnir um lóg, foreldramyndugleika og samveru, lóg um hjúnaband og hjúnaskilnað, arvalógina, ættleiðing, verjumálslógina og fleiri.
Lógirnar verða ikki allar broyttar beinanvegin. Donsku lógirnar verða galdandi til føroyskar løgtingslógir avloysa tær so við og við, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.

- Familjurættarliga økið fevnir um reglur, sum røkka heilt inn í føroysku familjuna. Við yvirtøkuni hava vit tryggja, at tað verða føroyingar og okkara Løgting, sum koma at taka stig til at broyta reglurnar á økinum og avgera, hvussu hesar skulu vera, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í viðmerking.

Landsstýriskvinnan legði afturat, at tað fyrsta, sum hon ætlar at fara í holt við, er løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru.