Mynd: Jens Kr. Vang

Sirið Stenberg spyr um sálarsjúk

Hallur av Rana

22.10.2014 - 19:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Tingkvinna hjá tjóðveldinum, Sirið Stenberg, hevur í dag sett fram ein skrivligan fyrispuring til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, viðvíkjandi støðuna um íbúðina til sálarsjúk.

Sirið setir landsstýtiskvinnuni hesar fimm spurningar:

1) Kann landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum um at útvega bústað til ung við sálarsjúku ikki bleiv til nakað?

2) Er tað rætt, at grannaundirskriftir hava broytt ætlanina?

3) Hevur Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin upp á pláss?

4) Er ætlanin, at Almannamálaráðið flytur ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við serligum avbjóðingum til Bústaðir?

5) Hvør er nú ætlanin við at útvega bústað til fólk við sálarsjúku?

Í viðmerkingunum skrivar hon at ógreiða støðan og manglandi kunningin til almenningin er orsøkin til, at hon setir landsstýriskvinnuni hesar spurningar.

- Kunning, kring málið um íbúðirnar á Íslandsvegnum, til almenningin og til Løgtingið er í verandi støðu sera avmarkað. Tì er neyðugt at fáa greiðu á, hvat hetta mál snýr seg um. Er tað veruliga so, at tað eru undirskriftirnar hjá grannunum, sum hava gjørt, at ætlanin fall fyri bakka, ella hvat er orsøkin, spyr Sirið Stenberg.

Løgtingskvinnan undrast eisini á hvønn leiklut Bústaðir skal hava.

- Er ætlanin, at teir skulu átaka sær stovnsbygging, ella hvussu, spyr Sirið at enda í viðmerkingunum.