Spenningur um endaliga úrslitið - bæði IA og Siumut hava eitt gott val

Jógvan Hugo Gardar

29.11.2014 - 07:51

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Grønlendski javnaðarflokkurin, Siumut, fekk eitt stak gott val í Eystur-Grønlandi. Í størsta býnum á eysturstrondini, Tasiilaq, fekk Siumut 36,7 prosent av atkvøðunum.

Næstflest fekk Inuit Ataqatigiit, ið fekk 21,6 prosent, meðan Atassut fekk 21,5 prosent.

Demokratarnir fingu 10,7 prosent og Partii Naleraq fekk 8,1 prosent. Partii Inuit fekk 0,6 prosent.

Á valinum í mars 2013 vann Siumut eisini, tá fekk flokkurin 42,7 prosent av atkvøðunum.

Nú klokkan tvey føroyska tíð er uppteljingin av 44 av 74 valstøðum liðug. Siumut hevur fingið 40,4prosent, ið er ein afturgongd við 2,4 prosentum. Nummar tvey er IA, við 28,9 prosentum, ein afturgongd uppá 5,5 prosent. Orsøkin til afturgongdina hjá hesum báðum stóru flokkunum kemur av at nýggi flokkurin Partii Naleraq sær út til at taka frá báðum teimum stóru. Partii Laleraq liggur í løtuni til at fáa 12,6 prosent av atkvøðunum, og gerst triðstørsti flokkur á sínum fyrsta vali.

Hetta merkir at heldur hetta úrslitið nøkulunda, so er tað eitt heilt annað úrslit enn tað sum grønlendska kringvarpið, KNR, fekk í síni valdagskanning sum bleiv almannakunngjørd tá valhølini stongdu.

Fylg við beinleiðis á valg.gl