Siumut vann valið í Grønlandi - hóast stóra afturgongd

Jógvan Hugo Gardar

29.11.2014 - 14:46

Tíðindi >

12. mar 2013 vann Siumut, við Aleqa Hammond á odda, valið í Grønlandi. Nú er Hammond vrakað, og Kim Kielsen er formaður í Siumut, og hann megnaði at standa á odda fyri einum Siumut sum aftur vann valið, sum var í gjár. 

Hesaferð gjørdist tó munandi javnari millum teir báðar størstu flokkarnar. Siumut fekk 34,3 prosent av atkvøðunum, meðan Inuit Ataqatiqiit fekk 33,2 prosent á øðrum plássi.

Triðflestar atkvøður fekk Demokratarnir við 11,8 prosentum, og nýggi flokkurin Partii Naleraq fekk 11,6 prosent.

Atassut fekk 6,5 prosent, meðan Partii Inuit fekk 1,6 prosent og kom ikki nærhendis minstamarkinum fyri at fáa tinglim valdan.

Bæði Siumut og IA fáa 11 tinglimir hvør, men av tí at Siumut fekk fleiri atkvøður, so verður tað Kim Kielsen sum sleppur at royna at byggja eina samgongu fyrst.


Her er endaliga úrslitið á valinum 28. november 2014:

Siumut: 34,3 procent

Inuit Ataqatigiit: 33,2 procent

Demokraterne: 11,8 procent

Partii Naleraq: 11,6 procent

Atassut: 6,5 procent

Partii Inuit: 1,6 procent

Onnur: 0,1 procent


Til samanberingar varð úrslitið á valinum til Inatsisartut/landstingið tann 12. mars 2013 hetta:

Siumut: 42,8 procent

Inuit Ataqatigiit: 34,4 procent

Atassut: 8,1 procent

Partii Inuit: 6,4 procent

Demokraterne: 6,2 procent

Kattusseqatigiit Partiiat: 1,1 procent

Onnur: 0,0 procent


Endalið býtið í atkvøðum sæst á valg.gl