(Mynd: EPA)

Sivil venda aftur til Aleppo

Ingi Samuelsen

24.12.2016 - 10:50

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Heilt fitt av sivilum borgarum eru vendir aftur til eystara part av Aleppo eftir at sýriskar herdeildir hava boðað frá, at tey nú hava tamarhald yvir øll økir í stórbýnum.

- Eg síggi hús míni aftur fyri fyrstu ferð í fimm ár. Eg vóni ikki, at tey hava fingið alt ov stóran skaða, sigur ein av teimum, Khaled al-Masri, við fronsku AFP-tíðindastovuna.

Í vetrarkuldanum ganga tey afturvendu í økjum, sum fyri fáum døgum síðani vóru hermót í stríðnum millum stjórnardeildir og uppreistrardeildir í býnum.

Herurin er farin ígjøgnum bygningarnar í økinum fyri at kanna um spreingievni eru at finna.

Í hart rakta býarpartinum Bustan al-Qasr nærhendis gamla býnum, eru bulldosarar komnir fyri at rudda húsaleivdir burtur.

Eisini í býarpartinum Al-Mayssar eru fyrrverandi íbúgvar vendir aftir. Teirra millum Umm Abdo, sum sigur, at hon hennara hús eru oyðiløgd.

- Her er einki eftir av teimum. Men tey skulu byggjast uppaftur, sigur hon.

Burturflytingin úr eystara Aleppo endaði hósdagin. Uppreistrarbólkar hava framvegis ræði á einum øki vestan fyri Aleppo, og framvegis hoyrast tíðindi um bæði sivil og stríðsfólk, sum doyggja í rakettálopum og skotbardøgum har.

Nærhendis søguliga fornaldarbýin Palmyra skulu IS-deildir hava dripið 27 sýrisk herfólk í gjár. Heilt óvæntað hevur IS aftur fingið tamarhaldið á Palmyra aftur, átta mánaðir eftir, at jihadistarnir vórður riknir úr býnum av stjórnadeildum hjá Bashar al-Assad, forseta.

Uppreistrardeildirnar tóku býin aftur hin 11. desember. Síðan hava fleiri stríðstilburðir verið í økinum.

Sýriski forsetin tosaði í gjár við forsetan í Russlandi, Vladimir Putin, og takkaði honum fyri stuðulin í sambandi við hertøkuna av Aleppo, skrivar Ritzau.