Sjálfi við Steve Lukather (Mynd: Símun Gullaksen)

Sjálfi við Luke - Toto eru lendir

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 12:53

Mentan > Tónleikur > Festivalar

So eru høvuðsnøvnini á Summarfestivalinum lend trygt í Føroyum. Amerikansku rokkararnir úr Toto, sum skulu spæla á Vágsbøi leygarkvøldið, komu í Vágar fyrrapartin.

Á myndini omanfyri sæst oddamaðurin í bólkinum, gittarsnillingurin Steve Lukather, saman við Símun Gullaksen, ið skal taka sær av amerikansku rokkarunum, meðan teir eru í Føroyum.

- Teir eru eitt sindur moyrir av ferðini, og fara nokk mest at hvíla seg í dag. Men í morgin fara vit út at hyggja eftir Føroyum, sigur Símun Gullaksen.

Konsertin við Toto verður leygarkvøldið kl. 22