Iransku leikararnir fegnast um seina sjálvmálið (Mynd: EPA)

Sjálvmál í yvirtíðini avgjørdi dystin

Ari av Rana

15.06.2018 - 17:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tey eru neyvan mong uttanfyri Marokko og Iran, sum vóru spent um HM-dystin millum londini, og har var heldur einki at blíva spentur um. Lítil spenningur var í dystinum fyrstu 90 minuttirnar.

Fáir kjansir vóru í dystinum og tað mesta gekk fyri seg á miðjuni á vøllinum. Kanska serliga Iran vísti, at teir eru langt aftanfyri tey betru liðini í kappingini, men Marokko skal heldur ikki vænta sær at vinna seg víðari úr bólkinum, sum umframt hesi bæði liðini telur Portugal og Spania.

Eitt mál kom tó í dystinum. Tá fimm minuttir vórðu spældir út yvir teir fyrstu 90 minuttirnar, hevði Iran fríspark langt frammi á vøllinum. Frísparkið var sparka hart tætt undir málið hjá Marokko, og har var Marokko leikarin Aziz Bouhaddouz so óheppin at stúta bóltin í egið má

Meiri spenningur verður ivaleyst í kvøld, tá londini á Iberianesinum møtast. Portugal og Spania dystast klokkan 19.00.