Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjálvstýri ikki í samgongu: Fiskivinnan skilir partarnar

Sverri Egholm

22.03.2018 - 00:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fleiri ferðir hevur verið ført fram, at Sjálvstýri skal vera á veg upp í samgonguna. Í kvøld hevur flokkurin tingast við samgonguna, sum leitar eftir fleiri beinum at standa á, um møguliga 

Men Sjálvstýri fer ikki upp í samgonguna, staðfestir Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, í telduposti til Portalin í kvøld.

- Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og tað má eg staðfesta, at tað ger hann enn, sigur hann.

Sambært Jógvani Skorheim hevur fiskivinnunýskipanin skapt stóran ótryggleika í vinnuni, og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar. Tí er tað ikki løtan, at koma við fleiri broytingum.

- Til dømist kunnu vit ikki taka undir við tí uppskoti um veiðugjald, sum í dag liggur í løgtinginum, og ei heldur, at farið verður til eina kvotaskipan fyri heimaflotan.

- Hetta skilir samgonguna og okkum framvegis, og tískil kann eingin semja gerast um samgongusamstarv, sigur Jógvan Skorheim.

Sostatt bendir einki á, at smala samgongan fær nakra hjálp frá Sjálvstýri á hesum sinni.