Mynd: Jens Kr. Vang

Sjálvstýri ikki við: Seinast fekk misálitið eina atkvøðu

Sverri Egholm

19.05.2017 - 15:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í samband við misálitið á løgmann, Aksel V. Johannesen, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin løgdu fyri løgtingið fyri løtu síðan, segði Kári P. Højgaard, framsøgumaður, hví Sjálvstýri ikki skrivaði undir misálitið. 

- Tað øvugta av misáliti er álit. Eg havi einaferð lagt misálit fyri løgtingið og tað var í 2006. Tá fekk misálitið bara eina atkvøðu, segði Kári P. Højgaard av tingsins røðarapalli. 

Misálitið, ið Kári P. Højgaard sipaði til, var á táverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, í samband við keyp og sølu av fiskiloyvum. 

Les gamla misálitið her