Mynd: Jens Kr. Vang

Sjálvstýri og samgongan tingast í kvøld

Sverri Egholm

21.03.2018 - 23:23

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fleiri samgongulimir hava á tingsins røðarapalli í dag róð framundir, at Sjálvstýri tryggjar teimum breiðari samgongu.

Og sum skilst hava samgongusamráðingar eisini verið millum Sjálvstýri og samgonguna í kvøld eftir, at floksleiðslan hevði havt fund um málið.

Vit hava roynt at fingið fatur á Jógvani Skorheim, formanni í Sjálvstýri, men tað hevur ikki eydnast.

Sjálvstýri hevur áður samstarvað við sitandi samgongu. Eitt nú um pensjónsnýskipanina.

Les eisini: - Sjálvstýri er vælkomið at tosa við samgonguna