Sjálvstýrisflokkurin eitur nú Nýtt sjálvstýri

Sverri Egholm

13.06.2015 - 15:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nýggi formaðurin og samstundis borgarstjórin í Klaksvík avdúkaði í dag nýggjan samleika fyri Nýtt sjálvstýri.

Hetta bleiv avdúkað í Løkshøll og beinleiðis á Portalinum.

- Vit standa við tey somu virðini, men vit leggja tað í nakað nýtt, segði Jógvan Skorheim, formaður.

Eisini avdúkaði flokkurin valevnir til løgtingsvalið, sum væntandi verður í heyst. Fyrrverandi formaðurin stillar uppumframt at onnur valevnir eisini eru komin á listan.

Hesi eru á uppstillingarlistanum hjá “Nýtt sjálvstýri”
Jógvan Skorheim
Pól Jákup Poulsen
Kári P. Højgaard
Sonni á Horni
Bárður Kass Nielsen
Arnfrí Vestergaard
Sofus Hansen