Sjálvt mótstøðufólkini virða Gerrard

Hanus Samró

09.01.2015 - 22:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í farnu viku boðaði Steven Gerrard frá, at hann leingir ikki sáttmálan við Liverpool F.C., og sostatt verður hann ikki at síggja í Liverpool troyggjuni aftaná summarsteðgin. Boðini komu sum ein skelkur í fótbóltsheiminum, tí Steven Gerrard er ikki so øgiliga gamal, tá hugsa verður um Paul Scholes og Ryan Giggs, ið leiktu til teir vóru síðst í tredivunum. Gerrard verður 35 ára gamal komandi kappingarár.

Tað eru ikki bara viðhaldsfólkini hjá Liverpool, ið hava góð minnir av Gerrard. Í"Premier League sendingini" hava vit fingið vitjan av Høgna Berg (Man Utd), Kenneth H. Djurhuus (Arsenal) og Ríkin Napoleon Djurhuus (Chelsea), sum siga sína hugsan um Liverpool legenduna. Til síðst verður ein samandráttur av karrieruni hjá Steven Gerrard.

Hoyr samrøðuna her: