Atli Joensen, góðsku- og kt-leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk við nýggja portrið

Sjálvvirkandi ’boarding’-portur á flogvøllinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

11.01.2017 - 14:18

Tíðindi > Flogferðsla

Vága Floghavn hevur í dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum.

Flogvøllurin hevur nú tveir sjálvvirkandi skannarar til boardingkort. Eitt av portrunum er breiðari enn hitt soleiðis at ferðafólk, ið eru bundin at koyristóli, ómakaleyst kunnu nýta sjálvvirkandi skipanina.

- Hetta er í tráð við okkara menningarætlan, har vit alla tíðina arbeiða fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum kunnu tryggja teimum ferðandi eina skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum”, sigur Jákup Sverri Kass stjóri á flogvøllinum.