Jónas er júst afturkomin av síni serstøku ferð í Suðuroy í mars mánaði 2006. Kenslurnar eru ymiskar!

Sjey ára minni: Tá Jónas hvarv umborð á Smyrli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

17.12.2013 - 18:52

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk


- Drongurin er ikki at finna umborð á Smyrli. Og hann er heldur ikki at finna í landi. So kann hann væl bert vera á einum staði ... á havsins botni! Ella?


Tað var ein vanligur hósdagur í mars mánaði fyri sjey árum – 9. mars 2006 – tá tað brádliga hendi, sum ikki skal og eigur at henda:

Ein smádrongur hvarv, beint sum ferðafólkini vóru í ferð við at fara umborð á Smyril ávegis til Suðuroyar.

Hann var ikki at finna á Farstøðini og heldur ikki umborð á Smyrli.Hvar var hann so?


MISTI SKÓGVIN

Eingin hevði varnast tann tvey ára gamla dreingin Jónas við teirri hvítu topphúgvuni, hvørki umborð ella í landi. Tí hugsaðu mamman, omman og øll hini at hann ... ja, at hann var dottin á sjógv.

Soleiðis var tíbetur ikki, tí Jónas var bara farin aftaná øllum hinum ferðafólkunum sum skuldu umborð á Smyril, og hevði hugnað sær eina løtu í kúlubaðnum.

Brádliga varnast hann, at hann hevur mist annan gummiskógvin burtur í rokanini. Tað varð hann sum vera man sera keddur um, og byrjaði at gráta, tí hann ikki fann hann aftur. Trupulleikin var bert hann, at eingin mamma svaraði gráti hansara.

Samstundis við hetta er stór leiting farin í gongd á landi og umborð á Smyrli, sum ikki kundi bíða í Havn, men legði leiðina út um Molan við Jónasi grátandi umborð.


Tað týdningarmesta var kortini tað, at drongurin var funnin aftur í øllum góðum.


GÓÐ BYRJAN

Í landi var omman í ringum skørum, og ætlaði at fáa skiparan at venda við ella fáa tyrluna eftir dreinginum. Hvørki teirra eydnaðist, og sostatt fóru Jónas og Smyril víðari við kós móti Suðuroynni.

Umborð á Smyrli var tíbetur ein ung kvinna, sum fyrr um dagin hevði verið til starvsfólkasamrøðu á Strandferðsluni, sum tá hevði høvuðsskrivstovu sína í Havn. Hon hevði júst fingið starvið, sum hon enn hevur sjey ár seinni.

Henda kvinna, Ruth Millum Garðarnar var nú fegin á veg aftur til Suðuroyar, tí hon skuldi byrja í starvinum longu dagin eftir. Áðrenn hon byrjaði í starvinum, fekk hon tó eina heilt øðrvísi og heldur serstaka uppgávu:

Tað fall nevniliga henni í lut at taka sær av hesum dreinginum, sum nú er vorðin átta ára gamal, og sum ikki slapp aftur til Havnar fyrrenn dagin eftir.


 
EINGIN TØKK TÁ
Uppaftur meiri sjáldsamt er tað, at í allari rokanini eydnaðist tað ongatíð mammu hansara at takka teirri fryntligu Ruth fyri hjálpina – ikki fyrrenn í morgun, tá mamma Jónas, Kristin Bjørk Tungá fekk handað Ruth Millum Garðarnar ta triðju jólakurvina sum útvarpsmanningin á Góðan Morgun Føroyar burturluta nú undan jólum.

Hetta varð sent beinleiðis í morgun, og tað var ikki frítt, at tað var ein rørandi løta fyri tey øll sum vóru umborð á Smyrli hesa løtuna.

- Hann smæddist ikki, honum longdist ikki, og hann fekk bæði bamsu og annað gott frá okkum. Vit tóku okkum øll væl av honum, - so væl, at vit øll vóru sum ommur og abbar fyri hann, sigur ein fegin Ruth Millum Garðarnar, tá hon fekk handað jólakurvina.


Myndirnar vórðu tiknar 10. mars 2006, tá Jónas Høgnason Tungá kom aftur til Havnar eftir ein sjáldsaman siglitúr við Smyrli (Myndir: Jens Kristian Vang)

Myndin av handanini í morgun er frá kvf.fo