Thunder søkkur. Mynd: Simon Ager/Sea Shepherd

Sjónband av tá gamli Vesturvón sakk

Jógvan Hugo Gardar

07.04.2015 - 07:15

>

Seinnapartrin í gjár sakk trolarin Thunder, ið hevur verið svartalistaður síðani 2006. Sea Shepherd-skipið Bob Barker hevur fylgt trolaranum í meir enn 100 dagar.

Páskadag fór manningin at gera seg klára at fara av skipinum, og í gjáramorgunin var týðuligt at sjógvur kom inn í trolaran. Sambært manningini á Bob Barker, so hevur manningin á Thunder latið upp hurðar og skott, sum annars skulu fyribyrgja at sjógvur kom inn í skipið.

Klokkan 12.52 føroyska tíð í gjár fóru Thunder undir vatnskorpuna. Við tí hvarv hann og liggur nú á 3800 metra dýpi.

Thunder bleiv bygdur í 1969, og fekk navnið Vesturvón. Hann var undir føroyskum flaggi til 1986, tá hann bleiv seldur til Onglands. Seinnu árini hevur hann verið jagstraður um allan heim fyri ólógligan fiskiskap.

Í gjár endaði hetta lógarleysa lívið í Guinea-flógvanum.

Niðanfyri er eitt sjónband sum vísir seinastu tímarnar hjá Thunder.

LES EISINI: Seinastu myndirnar av søkkandi Thunder