Sigursmálið hjá Glenn Murray mátti kannast við VAR-skipanini (Mynd: TeamTalk)

Sjónbandadómari nýttur í FA Cup dysti í gjár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.01.2018 - 19:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð varð ein sjónbandadómari nýttur í einum fótbóltsdysti í Onglandi. Tað hendi í FA Cup dystinum millum Brighton & Hove Albion og Crystal Palace.

Sjónbandadómarin, sum kallast VAR (Video Assistand Referee), verður nýttur, tá ivamál er um avgerandi støður í einum dysti. Í søguliga dystinum var eisini tørvur á at nýta nýggju tøknini.

Tá Glenn Murray skoraði vinnandi málið í 87. minutti, var ivamál um bólturin rakti armin hjá Murray, í tí hann fór í málið. Dómarin Andre Marriner tók tá samband við sjónbandadómaran, Neil Swarbrick, sum hugdi eftir støðuni á sjónbandi, og metti, at einki ólógligt var farið fram, skrivar DR.

Sjónband skal nýtast, tá ivamál er um eitt mál skal góðkennast, um brotsspark, reyð kort, og har dómarin ger mistekur tveir leikarar.

VAR skal eisini nýtast í Carabao Cup dystinum millum Arsenal og Chelsea í morgin.