Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Ein av teimum skjóttgangandi bátunum hjá Sea Shepherd sum løgreglan legði hald á á Sandi í gjár kallast "B.S. Sheen". Hesin báturin er ein gáva frá Hollywood-stjørnuni Charlie Sheen. Hann er ein av stóru stjørnunum, men hevur seinni árini mest verið kendur fyri rúsevnistrupulleikar og at hava buka konuna javnan.
Charlie Sheen sigur í eini viðmerking sambært Sea Shepherd, at hann er stoltur av at báturin hann hevur givið felagsskapinum luttók í átakinum á Sandsvág í gjár.
- Teir føroysku grindamennirnir slaktaðu á ræðuligan hátt 33 grindahvalir, og tóku fleiri hvalaættarlið úr havinum. Danmark hevur ábyrgd av hesi hendingini, sigur Charlie Sheen.
- Eg eri stoltur av at ein bátur sum ber mítt navn var har og gjørdi tað sum var møguligt at steðga hesum ræðuleikanum, sigur Sheen sambært Sea Shepherd.
Sheen hevur latið Sea Shepherd ein av teimum sokallaðu Zodiac-bátunum, ið løgreglan legði hald á í gjár.