Sjónvarpsrásir gjalda 51 milliardir fyri enskan fótbólt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Dam Egholm

11.02.2015 - 02:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sjónvarpsrásirnar Sky og BT, hava goldið 51 milliardir krónur fyrisjónvarpsrættindini til fótbóltsdystir úr Premier League í tíðarskeiðnum 2016-2019. Tað skrivar Jyllandsposten.

Talan er um eitt lop á 70% á prísinum fyri rættindini til Premier League, í mun til núverandi avtalu fyri 2013-2015, har prísurin hevur ligið um 30 milliardir krónur.


Orsøkin er eitt prískríggj millum Sky og BT, har Sky bjóðaði yvirprís fyri rættindini við vón um at BT ikki fór at keypa sær rættindi til mest umtóktu dystirnar.