Mynd: Sjómansmissiónin - Sjúrðarberg kom í vikuni aftur úr Norra, har skipið er sandblást millum annað.

Sjúrðarberg sett kós móti Barentshavinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.01.2018 - 22:11

> Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin Sjúrðarberg úr Klaksvík loysti í gjár, og kósin er sett móti Barentshavinum.

Sjúrðarberg hevur seinastu tíðina verið á beding í Norra, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið. Eitt nú er skipið sandblást, og sær út sum nýtt.

Skipið kom aftur til Føroyar í síðstu viku, og tað varð beinanvegin riggað til at fara aftur til fiskiskap.

Við Sjúrðarberg er 19 mans, og væntandi verður fari í norskan sjógv at fiska.