Sjúrður fortelur Búa: - Tú hevur gjørt nakað skeivt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 08:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

- Búi Tyril hevur gjørt nakað skeivt. Tað skal eingin annar biðja um umbering fyri.

Hetta slær Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fast í lesarabrævi, sum er eitt aftursvar til lesarabrævið hjá Búa Tyril í gjár, har ið síðstnevndi verjir søk sína viðvíkjandi útgávuni av tí dulnevnda faldaranum fyri páskir.

Í lesarabrævi sínum vísir Sjúrður Skaale øllum verjuargumentunum hjá Búa Tyril aftur.

Búi Tyril 1: Annars er rætturin at útrykkja sínar meiningar anonymt grundleggjandi í einum fólkaræði. Vit hava loyniligar atkvøðugreiðslur til val, júst fyri at ein og hvør skal kunna seta sín kross í einrúmi uttan at onnur vita, hvat viðkomandi velur, soleiðis at eingin skal koma undir trýst í tílíkum høpi. Sama meginregla er galdandi eitt nú í lóggávu sum skal verja whistleblowers.

Sjúrður Skaale 1: Síðani verjir hann seg við at siga, at rætturin til anonym álop á navngivin fólk kann samanberast við, at vit sleppa aftur um einar gardinur at seta krossin, tá val er.

Ja, tú. Tað skrivar hann faktiskt. At bakbíta fólk anonymt kann samanberast við at atkvøða loyniliga tá tað er val. Hvat skal mann siga...

Búi Tyril 2: Sjúrður Skaale leggur í sínum skrivi meg undir at hava staðið aftan fyri aðrar dulnevndar faldarar ella skriv sum eru komin út í sambandi við býráðsval o.a., har hann og onnur navngivin hava verið fyri álopum. Eg vil staðiliga vísa aftur at eg havi havt nakað yvirhøvur at gera við tílík skriv og faldarar, hvørki tekniskt, innihaldsliga ella á annan hátt.

Tí vil eg eisini krevja at Sjúrður Skaale kemur við almennari umbering hesum viðvíkjandi.

Sjúrður Skaale 2: Men í staðin fyri at biðja um umbering sigur hann í lesarabrævið í dag, at EG skal biðja um umbering...

Sum grundgeving sigur hann, at eg havi lagt hann undir at hava staðið fyri øðrum slíkum svansi fyrr. Tað passar ikki. Eg nevndi nøkur líknandi átøk, men segði ikki Búa hava staðið fyri teimum.

Búi Tyril 3: Sjúrður Skaale og onnur við honum hava funnist at mær fyri at hava “latið meg brúka” til hesa uppgávu, soleiðis at onkur annar “kann goyma seg”. Eg eri samdur í at lygnir, sleyg og útspilling eiga ikki at sleppa ótálmað og navnleyst framat í tí almenna rúminum. Men talan er ikki um tílíkt her.

Sjúrður Skaale 3: Tað triðja beinið undir hesum skinkluta krakkinum hjá Búa er, at tað, at bera eitt skriv í hørt hús, har summi fólk verða kallað ókristilig og óføroysk, ikki kemur undir “lygnir, sleyg og útspilling”.

Tað átti Búi skal latið tey, sum blivu kallað ókristilig og óføroysk, mett um sjálv.

Les lesarabrævið hjá Sjúrða Skaale her.