Sjúrður Skaale. Mynd: Jens Kr. Vang.

Sjúrður Skaale gjørdist toppskorari

Hallur av Rana

18.06.2015 - 22:47

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nú alt er upptalt er greitt, at tað er Sjúrður Skaale, ið flest veljarar hava sett ein kross út fyri. 2495 veljarar valdu Sjúrða.

Edmund Joensen gjørdist nummar tvey og Annika Olsen nummar trý við ávikavist 2416 atkvøðum og 1754 atkvøðum, men var tað ikki nokk til at vinna ein sess.

Í staðin var tað Høgni Hoydal, ið vann annan sessin, og var hann nummar fýra á topp listanum við 1477 persónligum atkvøðum.

Topplistin er fylgjandi:

C Sjúrður Skaale 2495
B Edmund Joensen 2416
A Annika Olsen 1754
E Høgni Hoydal 1477
C Aksel Vilhelmson Johannesen 1174
E Magni Arge 1082
E Kristina Háfoss 563
E Sirið Stenberg 561
A Jørgen Niclasen 531
E Annita á Fríðriksmørk 520