Sjúrður Skaale í Gud signi Føroyar (Skíggjamynd KvF)

Sjúrður Skaale: Kirkjur og samkomur gera eisini nógv gott

Oda Strøm

22.02.2018 - 22:32

Tíðindi >

Sjúrður Skaale hevur í kvøld lagt eitt skriv út á Facebook, har hann viðmerkir kritikkin, sum hann kom við um leguhúsið Zarepta í 2. parti av sendirøðini Gud signi Føroyar - "latið børnini koma til mín".

- Tann kritikkur av pedagogikkinum á Zarepta fyri umleið 40 árum síðani, sum eg førdi fram í sendingini í kvøld, standi eg sjálvsagt við. Men tann hyggjarin, sum ikki kennir meg, kundi lættliga fáa ta fatan, at hetta endurspeglar alt tað, eg haldi um Zarepta og kanska enntá brøðrasamkomuna sum heild.

Sjúrður sigur víðari, at tað ger tað tó ikki, og at kristnar kirkjur og samkomur gera nógv gott í samfelagnum.

- Eg haldi, at kristnar kirkjur og samkomur gera sera nógv gott í samfelagnum. Tær gera sosialt arbeiði. Tær fáa fólk, sum eru komin illa fyri av t.d. alkoholi, á rættkjøl. Tær læra, at vit skulu hava umsorgan hvør fyri øðrum. Tær styrkja samanhangsmegina í samfelagnum.

- Men tað er eingin loyna, at eg ikki haldi alt, sum verður gjørt í kristindómsins navni, vera rætt. Eg haldi ikki, at einstøk, útvald bíbliuvers skulu brúkast beinleiðis í politikki. Eg haldi ikki, at Bíblian skal tulkast fundamentalistiskt. Og eg haldi avgørt ikki, at nakar skal taka sær rætt til at hótta børn við helviti, um tey ikki trúgva hesum ella hasum.

Tað er nevnliga serliga tað, at tosað verður við børnini um fortapilsi, sum Sjúrður ikki dámar.

- Men at tosa við børn um ævigt fortapilsi í helviti, er ikki gott. Ikki minst tí eingin skilir hvat tað er ella hvat tað merkir.