Sjúrður Skaale: Skeiv veljarakanning órógvaði valstríðið

Ingi Samuelsen

19.06.2015 - 11:16

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Ein veljarakanning burtur úr vón og viti var við til at órógva valstríðið hesaferð. Tað er ótrúligt, at Kringvarp Føroya, Rás 2 og Sosialurin tóku veljarakanningina frá Fynd í álvara, tá hon so týðulig var skeiv.

Soleiðis sigur annar av sigursharrunum í gjár, Sjúrður Skaale, sum varð afturvaldur á fólkating á Javnaðarlistanum.

Í samrøðu við Rás 2 fyri løtu síðani hevði hann hvassan kritikk av veljarakanningini, sum varð kunngjørd tveir dagar fyri valið.

- Ein og hvør kann síggja, at tað passar ikki, at einans 7 prosent av veljarunum ikki fóru á val. Tá hetta talið er so nógv við síðuna av, so sigur tað seg sjálvt, at tað eisini ávirkar hini tølini, segði Sjúrður Skaale, sum finst harðliga at, at ein kanning, ið kallar seg vísundaliga, varð tikin í álvara, sum hon gjørdi.

Kanningin vísti Sambandsflokkurin var tryggur, og at Javnaðarflokkurin var hóttur av Tjóðveldi. Tað seinna passaði, men spádómurin av Sambandsflokkurin passaði ikki.