(Mynd: Tórheðin J. Jensen)

Skaðaódn í Norðragøtu

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 11:41

Tíðindi > Eysturoy - Gøta

Vindurin hevur verið so nógvur í Norðragøtu fyrrapartin, at ein stálmastur, sum hevur staðið í havnarlagnum í minst 35 ár hoknaði undan trýstinum.

Sum myndirnar, ið Tórheðin J. Jensen hevur tikið í morgun sæst, at masturin liggur fløt nú. Vindurin tók eisini tekjuna av einum gomlum neysti nærhendis, sum nú liggur í urtagarðinum hjá grannanum.

Nógvur skaði er í Norðragøtu. Fleiri takplátur eru rivnar, vindeygu eru knúst og húsaklædningar hava fingið hava fingið skaða. Myndugleikarnir hava frárátt øllum, serliga í Norðragøtu, at vera úti í dag.

Sambært Tórheðini J. Jensen er tað ringasta helst av. Fyri løtu síðani tyktist sum vindurin tók at slaka aftur, sigur hann.

Sí eisini: Video: Flúgvandi takplátur í Norðragøtu