Savnsmynd: Poul Reines

Skaðar kring alt landið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

14.01.2018 - 11:45

Tíðindi >

Kring landi, har ættin er ring, er sera nógvur vindur í morgun.

Løgreglan greiðir frá, at skaðarnir, ið eru fráboðair í morgun, eru spreiddir út kring alt landi.

Tað byrjaði kl. 07.00 í morgun, tá ið tað varð fráboðað, at eitt stakitt í Klaksvík var loysnað.

Tá ið klokkan nærkaðist 09.00 vórðu fráboðanir um leysar lutir ymsastaðni, ið fuku við vindinum.

Kl. 09.00 varð fráboðað, at tað a Viðareiði og i Klaksvík vóru tvær tekjur loysnaðar, og í Lopra vóru fráboðanir um leysar lutir, ið fuku.

Løgreglan fekk kl. 09.30 fráboðan um, at plátur og dúkur á Bowlinghøllini á Hálsi í Havn vóru loysnaðar. Tilfar lá eisini á Hoyvíksvegnum.

Í Trongisvági var ein tekja farin við vindinum, og á Strondum var ein flaki við eini arbeiðsmaskinu á, loysnaður, og farin til havs. Hetta tekur MRCC sær av.

Løgreglan heitir annars fólk á at vera innandura, nú stormurin herjar, í teimum støðum, har lutir fúka við vindinum. Hann sigur frá minni vindi seinnapartin.

Fólk eru vælkomin at senda myndir inn av storminum. Hetta kann gerast á redaktion@knassar.fo