Arbeiðsleysi Klaus Knudsen hevur ikki ráð at knýta hús síni uppí eina lokala kloakkskipan (mynd: tv2.dk)

Skal í fongsul: Hevur ikki ráð til kloakk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

29.12.2013 - 23:36

Tíðindi > Uttanlands > Annað

DANMARK: Tað stendur einki til hjá dananum Klaus Knudsen, sum býr í Guldborgsund kommunu á oynni Falster.

Hann skal, sambært eini samtykt í Fólkatinginum, knýta seg uppí eina lokala og umhvørvisvinarliga kloakk-skipan.

Hetta kostar einar 55.000 krónur, men hesa upphæddina eigur hann ikki, tí hann er arbeiðsleysur.

Frá bankanum kann hann bert fáa eitt lán uppá 35.000 krónur, sum einans røkkur til ein part av ætlanini – bert at grava rørini niður, men ikki knýta tey uppí skipanina.

Men fyri myndugleikarnar hevur tað einki at siga: Kann hann ikki fáa hesi viðurskifti í rættlag, so má hann í fongsul í 14 dagar, tí hann ikki hevur goldið bøturnar frá kommununi hetta seinasta árið í hesum sambandi.

- Eg skilji einki av tí heila, sigur Klaus Knudsen við TV2 Øst, sum ber hesi tíðindini.

Frá kommununar síðu verður sagt, at tey mugu liva upp til krøvini, sum Fólkatingið hevur givið teimum. Tey hava einki annað val.


Sjálvur sær Klaus Knudsen ikki annan útveg enn at fara í fongsul. Hann fer í øllum førum ikki víðari við málinum.