(Mynd: Norðlýsið)

Skála fær enn ein styrk úr Klaksvík

Ari av Rana

28.12.2017 - 11:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Skála ger seg klárt til komandi kappingarár, tá felagið skal royna at betra um 6. plássi, sum felagið endaði á í bestu føroysku fótbóltsdeildini í 2017.

Og fyri at royna at røkka hesum málinum, hevur felagið leita sær styrk úr Klaksvík. Soleiðis boðar Norðlýsið frá, at tað ljóðar fyri vist, at Heðin Klakstein fer at skifta til Skála. Heðin gjørdist ársins leikari í KÍ í 2015, og eisini gjørdist hann toppskjútti hjá felagnum tað árið við 11 málum.

Nú ljóðar so at Heðin skal royna seg í Skála, har pápi hansara, Eyðun Klakstein, er venjari.

Skála hevur enn ikki almannakunngjørt skiftið.

Kappingarárið 2017 var eitt gott ár hjá Skála, sum eftir at hava flutt upp í bestu deildina, megnaði at betra um úrslitið í mund til undanfarna árið.

Í 2016, tá Skála aftur skuldi royna seg í bestu deildini, megnaði felagið at halda seg í bestu deildini, við at vinna seg upp á 8. pláss við 26 stigum. Í 2017 betraði Skála um úrslitið, tá felagið vann seg upp á 6 pláss við 33 stigum.