Niels Pauli Danielsen í venjingardysti móti B36 fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Spennandi hópur á Skála

Agnar Frederiksen

06.03.2018 - 20:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríksað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

Niels Pauli Danielsen er ein royndur leikari í føroyskum fótbólti. 29-ára gamli klaksvíkingurin hevur umboðað trý feløg. Hann var fastur maður á FM-liðnum hjá EB/Streymi í 2012. Hann var við til at koma víðari í Champions League við felagsliðnum, og skoraði eisini í kappingini í 2013. Frá at flyta niður í 2015 við “nýggja” EB/Streyma-liðnum, fór Niels Pauli aftur til barndómsfelagið KÍ, har hann var við til at vinna steypakappingina, og skora eitt av brotsspørkunum í dramatiska sigrinum á Víkingi. Í fjør var Niels Pauli í Fuglafirði. ÍF hevði eitt sera trupult kappingarár og flutti niður.   

Nú hevur Niels Pauli Danielsen so skift til Skála. Hann sær nógv spennandi í hópinum, og sigur at prátini við venjara og nevnd vóru lykilin til skiftið.

- Venjarin, Eyðun Klakstein, setti seg í samband við meg, og eg hevði síðani nøkur prát við hann og Kaysten Rasmussen, umboð fyri nevndina, har vit so gjørdust samdir um at gera sáttmála fyri kappingarárið 2018. Tað eru fleiri orsøkir til, at eg valdi Skála. Fyrst og fremst grundað av samrøðunum við venjara og felag. Men ikki minst tí, at eg haldi, at liðið sær spennandi út. Eg haldi, at tað er stórt potentiali í hópinum, sum er forholdsvís ungur, og hevur møguleika at menna seg til eitt enn betri lið.

Tað hevur verið nógv broyting á Skála í vetur. Nýggjur venjari er komin til, og eisini fleiri nýggir leikarar. Niels Pauli sær sera jaligt uppá sítt forhold við Eyðun Klakstein, og hvussu hópurin sær út.

- Eg eri fallin væl til á Skála, og føli meg væl móttiknan. Nú havi eg spælt saman við summum av leikarunum fyrr, og kenni teir væl. Eg kenni venjaran væl; eg veit hvat hann stendur fyri, og hvat slag av fótbólti hann ynskir at spæla, og eg kenni meg væl til rættis í tí leikháttinum, og føli, at eg havi nøkulunda somu “fótbóltsfilosofi”. Sum nevnt, so haldi eg, at hópurin sær spennandi út. Har er ein góð stamma, har teir flestu eru uppvaksnir í felagnum, ella hava spælt har leingi. Harafturat eru nakrir góðir og spennandi leikarar komnir aðrastaðni frá, og nógvir leikarar eru í, ella ávegis at verða í bestu fótbóltsárum, so eg haldi at hópurin sær gott út.

Niels Pauli metir, at Skála hevur eitt gott grundarlag, ið teir so skulu byggja uppá.

- Styrkin hjá liðnum hevur hesi seinnu árini verið, at Skála er eitt lið, sum er trupult at spæla ímóti. Liðið er sterkt defensivt; er væl skipað og væl samansett. Fyri at fáa eitt gott kappingarár, so er sjálvandi umráðandi at halda fast við tí, sum man er góður til. So vit skulu framhaldandi vera væl skipaðir. Harafturat kunnu vit betra um spæli frameftir vøllinum, so vit gerast meira dugnaligir til at skapa kjansir og skora mál. Megna vit hetta, so trúgvi eg, at kappingarárið verður gott.

Niels Pauli Danielsen hevur leikt í fremstu mansdeildini í sjey heil kappingarár. Sambært honum er støðið hækka, og hann sær eina javna kapping fyri sær í 2018.

- Eg vil meta, at støðið er høgt, og at tað tykist sum tað verður hægri fyri hvørt ár. Leikararnir eru betri fyri í dag - serliga fysiskt. Tað kemst av, at tað verður vant meir og kanska eisini vant rættari. Eg vænti eina spennandi kapping í ár. Topp 4 liðini tvey tey síðstu árini síggja aftur í sterk út á pappírinum, og eg vænti at tey vera ivaleyst sera sterk aftur í ár. “Botn 6” liðini síggja eisini til at hava styrkt seg væl í vetur, og síggja øgiliga jøvn út, so tað verður óivað spennandi. Eisini eru nakrir útlendingar komnir til føroyskan fótbólt tey seinnu árini, sum hava hækka støðið, og nú koma so nakrir afturat í ár, sum vónandi kunnu vera við til at hækka støðið.

Hvat er so málið hjá Skála í ár?

- Yvirskipaða málið hjá Skála er at vera eitt etablera lið í Betrideildini. Skála hevur gjørt tað gott tey undanfarnu árini, og vit ynskja í ár at byggja víðari uppá tað góða arbeiði sum er gjørt.

Títt persónliga mál fyri kappingarárið?

- Mítt mál er fyrst og fremst, at vinna mær fast pláss á liðnum. Og so eisini generelt at betra meg sum leikara. So havi eg eisini sum mál, at gera ein mun á liðnum, og soleiðis verða við til at flyta liðið tann rætta vegin

Lýs teg sjálvan sum leikara við trimum orðum
Arbeiðssamur, eldhugaður, skilagóður

Besta fótbóltsminni
FM 2012 við EB/Streymi

Besti dystur í karrieruni
Fyri EB/Streym móti KÍ í Klaksvík í 2012. Vit vunnu 3-1 í einum oddadysti á Summar Festivalinum.

Besti leikari tú hevur leikt saman við?
Tað er torført at svara, tí ein kundi valt fleiri, men eg sigi Arnbjørn Hansen

Besti mótstøðuleikari
Sølvi Vatnhamar


Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl