Skam: Sana verður høvuðspersónur í seinasta umfarinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

07.04.2017 - 13:50

Mentan > List > Filmslist

Mánadagin byrjar fjórða umfarið av vælumtóktu norsku sjónvarpsrøðini ’Skam’ á NRK, og tað verður eisini seinastu partarnir í røðini, sum verða framleiddir. Tað boðar NRK frá í dag.

Fyrsti partur í seinasta umfarinum verður víst á NRK mánadagin kl. 13.28 norska tíð. Hesaferð er tað Sana Bakkoush, ið er høvuðspersónurin.

Tað er soleiðis, at í hvørjum umfari hevur ein av persónunum í vinaskaranum verið høvuðspersónurin. Í hesum fjórða umfari verður norski ungdómsheimurin vístur gjøgnum muslimsku gentuna, Sana.

- Sana er ein sterk persónligheit, kanska tann mest hugtakandi persónurin í sendirøðini. Hon hevur annað beinið í norsku mentanini og hitt í tí muslimsku. Sana hevur sína trúgv samstundis sum hon hevur vinir, og er upptikin av dreingjum og veitslum, sigur Håkon Moslet, redaksjónsleiðari hjá NRK P3.

Tað er Iman Meskini, sum spælir leiklutin sum Sana. Iman hevur tunesiskan pápa og norska mammu, og hevur í eini samrøðu greitt frá síni trúgv.

- Eg gangi við hijab, ikki bara tí at hann er vakur, hann er eisini eitt gott høvi at byrja eina samtalu. Eg havi lættari við at koma í samband við fólk tá eg eri í hijab. Hann vísir, at eg trúgvi á ein gud, og tá rokna fólk við, at tað er eitt evni, ið hevur mín áhuga. Um tey eisini trúgva á ein gud, hava vit okkurt til felags, segði hon millum annað í samrøðini við Universitas.

Umframt at vera sjónleikari, lesur hon arabisk og Miðeystur-frøði á universitetinum í Oslo og spælir kurvabólt.

Fyrsti partur av ’Skam’ varð vístur á NRK í september 2015, og einki hóvasták varð gjørt burtur úr tí tá, tí ætlanin var at tey ungu sjálv skuldu uppdaga sendirøðina upp á egnar fortreytir.

Í fjør tók sendirøðin dyk á seg við tað at fyrst tey skandinavisku londini og síðan alt fleiri vístu áhuga fyri ungdómsrøðini.

Kringvarp Føroya er nýliga farið undir at senda ’Skam’ eisini.

Beint fyri jól í fjør bórust tíðindini um, at heimskendi sjónvarpsframleiðarin Simon Fuller hevur keypt rættindini til røðina frá NRK, og longu í ár er ætlanin at koma við einari amerikanskari útgávu, skrivar NRK.