Skansi Offshore ársins virki

Ingi Samuelsen

26.09.2014 - 23:41

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Olju- og frálandavinna

Skansi Offshore var fyri løtu síðani valt til Ársins Virki 2014. Høvuðsattraktiónin á árliga vinnudegnum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri, er valið av Ársins Virki.

Tað vóru nógvir lógvabrestir, tá Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum nakað áðrenn klokkan 18 avdúkaði, at stóra virki í frálandavinnuni er ársins virki í ár.

Sostatt fekk oljuvinnan høvuðsleiklutin á ársins vikkudegi, hóast ongin olja er funnin enn í Føroyum.

Tað vóru stjórarnir báðir í fyritøkuni, Tummas Justinussen og Jens Meinard Rasmussen, sum tóku ímóti prógvinum fyri at vera best rikna og virda vinnufyritøka í ár.

Grundgevingin fyri at lata Skansa Offshore heiðurin var soljóðandi:

”Tað krevur nevniliga nakað serligt at skula virka sum veitari til oljuvinnuna uttan at hava eina oljuframleiðslu í heimlandinum.

Vanahugsan hevði sagt, at tað ber ikki til ella er ov strævið. Men lukkutíð eru tað ikki øll sum hugsa á henda hátt, men sum heldur hugsa, at oljuframleiðsla er í øðrum londum, eisini okkara næstu grannalondum, og at føroyingar tí sum ein siglandi tjóð eisini eiga at kunna brúka skip til annað enn at fiska við.

Tak ikki feil, eingin livur av hugskotum eina. At fáa fótin fastan sum veitari innan oljuvinnuna er hart arbeiði, og at liva upp til settu krøvini er krevjandi. Skansi Offshore hevur tó megnað at prógva fyri sínum kundum, at felagið er álítandi, at tey duga síni ting, og tað er ikki so lítið. Men felagið kann eisini vísa á, at tey eru væl fyri at liva upp til settu krøvini.

Skansi Offshore hevur lagt seg eftir at seta føroyingar í starv og at menna tey til tað, sum krevst til tess at liva upp til sett krøv í oljuvinnuni. Hetta hevur so eisini verið við til at ment bæði ástøðiligu og praktisku førleikarnir starvsfólkunum, m.a. hjá okkara siglandi fólki, sum frammanundan hava gott orð á sær. At hava vælútbúgvin sjófólk og fólk á landi við vitan um frálanda veitingarvinnu er eitt gott grundarlag fyri at víðarimenna hesa vinnugrein frameftir. Umframt at keypa vørur og tænastur í Føroyum, roynir felagið eisini so vítt møguligt at senda síni fólk á skeið í Føroyum, og hevur tað verið við til at styrkt skeiðs- og undirvísingarvirksemið her heima í Føroyum.

So fyri at taka samanum: Vit hava enn ikki funnið olju undir Føroyum, men vit hava eina føroyska oljuvinnu. Ársins Virki virkar innan oljuvinnuna, og Ársins Átak er ein oljuboripallur. So kom ikki og sig at føroysk vinna ikki dugir og torir at hugsa outside the box og skapa nýggjar vinnuvegir, bæði í Føroyum og uttanlands.”