Skapandi leiðir í útbúgving til burðardygd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.01.2017 - 21:18

Mentan > Samfelag & Politikkur > Útbúgving og námsfrøði

Leygardagin 14. januar skipar íslendska sendistovan fyri fyrilestum um íslendskar áherðslur í útbúgving til burðardygd. Umrøddar verða áherðslur í nýggju námsætlanini fyri íslendskar fólkaskúlar, útinám umframt staðbundið og fjølbroytt tilfar.

Fyrirlesarar eru tríggjar íslendskar listakvinnur og lærarar: Ásthildur Jónsdóttir, Guðný Rúnarsdóttir og Gunndís Ýr Finnbogadóttir. Tær starvast allar við Listkennsludeild (listundirvísingardeild) Listaháskóla Íslands.

Tiltakið á sendistovuni er ókeypis, og fyrilesararnir tosa á enskum og føroyskum.