Skapararnir handan Game of Thrones skulu gera Star Wars filmar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.02.2018 - 22:26

Mentan > List > Filmslist

David Benioff og D.B. Weiss, sum eru skapararnir handan sjónvarpsrøðina Game of Thrones, fara í framtíðini at gera Star Wars filmar.

Lucasfilm, filmsfelagið handan Star Wars filmarnar, hava gjørt avtalu við teir báðar, um at teir skulu skriva og framleiða eina røð av nýggjum Star Wars filmum.

Benioff og Weiss hava sjálvir setta seg í samband við Lucasfilm við einum hugskoti til nýggju filmarnar. Men teir eru bert áhugaðir í at gera filmar og ikki sendirøðir, skrivar Variety.

Teir nýggju filmarnir fara ikki at hava nakað at gera við Saga-filmarnar, har “Episode IX”, sum kemur út í 2019, er tann síðsti í røðini. Filmurin hjá teimum báðum Game of Thrones-skaparunum, hevur heldur einki at gera við teir næstu tríggjar filmarnar, sum koma aftaná “Episode IX”.