(Mynd: Faroephoto.com)

Skattaprosentið á Tvøroyri verður óbroytt, meðan barnafrádrátturin hækkar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 16:23

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Tvøroyrar býráð hevur á fundi í gjár samtykt fíggjarætlanina hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2018. Fíggjarætlanin fyri 2018 fer at javnviga við 96.925 mió. kr.

Skatta prosentið í kommununi verður óbroytt á 21.90%. Barnafrádrátturin hækkar við 2.000 kr., so at tað nú verður 7.000 kr. fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettur til 55,6 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 1,0 mió. kr., íalt 56,6 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 74,3 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 66,5 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,8 mió. kr.

Íløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru á 27,012 mió. kr., og fata um hesi øki:

§ 1 Fyrisiting: kr. 100.000,-

§ 3 Børn og ung: kr. 10.240.000,-

§ 4 Undirvísing: kr. 704.000,-

§ 5 Mentan og frítíð: kr. 125.000,-

§ 6 Teknisk mál: kr. 12.213.000,-

§ 7 Kommunal virki: kr. 3.630.000,-

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku og tøkum gjaldføri.