Tórur Fløtt

Skeet – gull til Tór og Sámal

Ingi Samuelsen

28.06.2017 - 14:20

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Føroyar hava vunnið eitt flott gullheiðursmerki á leirdúgvuskjótibreytini uttan fyri Visby í dag.

Royndi skjúttin Sámal Debes og bert 20 ára gamli Tórur Fløtt vunnu í dag liðkappingina suverent.

Kappingin er ikki liðug enn, men Tórur og Sámal hava skotið 170 av 200 dúgvum, og liðið, sum liggur á øðrum plássi kann ikki koma longur upp enn á 160. Sostatt er gullið heima.