Kontaktin var í ólagi: Anders (81) og Jorid (87) fingu metstóra rokning

Snorri Brend

17.10.2014 - 14:27

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

NOREG: - Eg skilti ikki eitt einasta petti, tá eg sá rokningina.


81 ára gamli Anders Skogheim gjørdist sera bilsin, tá hann sá rokningina sum ein el-installatørur hevði sent honum fyri eitt minni arbeiði.

Anders legði í summar merki til eina leysa stikk-kontakt í kjallaranum. Hann vildi sjálvandi hava hana umvælda ella skifta, - men kanska hann angrar avgerðina í dag.

Hann ringdi til eina fyritøku, hvør slagorð var ”Fixet – elektriker på dagen” og bað teir gera arbeiðið fyri seg.


5500 FYRI AT MØTA
Anders Skogheim hugdi kortini ikki eftir talinum á gjaldsterminalinum, men metti sjálvur at arbeiðið fór at kosta millum 1500 og 2000 krónur.

Men hann fekk annað at síggja:

- Vit trúðu fyrst, at her var talan um onkra misskiljing, at talið 13.750 stóð har – og ikki 1350 krónur, sigur kona hansara, Jorid Skogheim við norska TV2.

Sambært rokningini kostaði arbeiðið sjálvt 5.500, meðan tað kosta somu upphædd hjá el-installatørinum bara at koma á staðið.

Hinar 2750 krónurnar vóru mvg.



PENING AFTUR
Anders gjørdi ikki mætari enn at ringja til Fixel, fyri at fáa greiðu á loyndarmálinum.

Her fekk hann tó bert at vita, at hetta var teirra galdandi prísur.

- Eg gjørdist so illur, at eg segði við hann, at vit komu at síggjast aftur í rættinum, sigur Anders.

- Eg skilji bara ikki, at ein fyritøka kann verja ein so høgan kostnað.

Anders segði frá hesum við son sín, og hann royndi eisini at seta seg í samband við Fixel.

Men hann fekk sama svar: Hetta er prísurin.

Hann gavst tó ikki so, men sendi eina skrivtliga kæru og tá segði fyritøkan seg vera sinnaða at lækka kostnaðin eitt vet.

Teir lovaðu at senda 8000 krónur aftur, men tað tók kortini sína tíð at fáa hesa upphæddina flutta til aldrandi hjúnini.

Sagt varð, at ein feriuavloysari hevði gjørt arbeiðið, og kendi ikki heilt til skipan teirra. Hesin hevði snøgt sagt skrivað skeivan takst, og tí gjørdist støðan so álvarsom og upphæddin so stór.



AÐRAR KÆRUR
Skogheim-hjúnini eru, eftir tí sum TV2 veit at siga, ikki tey einastu sum hava verið úti fyri hesum sama.

Sambært tí sum stjórin í Forbrukerrådet upplýsir, hava 14 fólk klagað um tað sama síðani 2011.

Higartil í ár eru átta kærur komnar inn.

Hjúnini Skogheim vóru partur av eini sendirøð hjá norsku sjónvarpsrásini ”TV2 Hjelper deg”.