Skilaleys koyring í Norðskálatunnlinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.03.2018 - 09:32

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Tveir bilar vórðu í gjárkvøldið tiknir fyri skilaleysa koyring inni í Norðskálatunnlinum.

Tað var nakað fyri midnátt, at ferðslupatrúljan gjørdi kanningar inni í tunnlinum.

Ein bilur varð avdúkaður fyri at hava koyrt minst 130 kilometrar um tíman. Tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Hin varð avdúkaður fyri at yvirhála har tað eru fult upptrektar linjur á koyribreytini. Tað gevur klipp í koyrikortið.