Skipa aftur fyri floksmannadøgum í 2018


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

06.09.2017 - 19:34

Mentan >

Leygardagin 8. juli var ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í matsendingini “Spískamarið” í 2014, har tað m. a. varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð. Hetta var aðru ferð, at skipað varð fyri hesum tiltakinum og var undirtøkan sera góð.

Túrurin byrjaði Hvannasundi kl. 08:45, har ferðast varð við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin út tók uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguligt var at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, tóku vertirnir ímóti og kósin varð sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt varð undir bálinum alt fyri eitt.

Aftaná ein mergjaðan morgunmat, gekk leiðin niðan á Eystfelli. Veðrið kann sigast at vera serføroyskt, sól, mjørka, regni, vindi og stilli. Ein verulig náttúruuppliving har so at siga øll veðurfyribrygdir spældu við. Gingið varð niðan á Knúk og síðani fram við eggini. Framhaldandi varð gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin.

Komin oman úr haga, fingu gestirnir súpan, skinku og ost úr Múla, har Jóhan Mortensen greiddi nærri frá um hesa sermerktu verkætlan.

Undir borðhaldinum var undirhald við Anders Lund Madsen, tónleiki og frásøgum, umframt at Andras Sólstein hugleiddi.

Eftir góðum borðhaldi var farið uppá gólv í túninum áðrenn fráferð. Og sum nakað, ið eisini kann koma fyri á útoyggj, so vóru veðurlíkindini ikki nóg góð í Hattarvík hesa løtuna og tíðskil neyðugt at fáa alla gonguna uppá knappliga eitthundra gestir, fluttar yvir á lendingina á Kirkju. Jú, alt í alt, ein sera væleydnaður dagur.

Komandi ár verða tveir dagar avsettir til Flokmannadagar, nevniliga hósdagin 5. juli og leygardagin 7. juli. Møguligt er longu at bíleggja sær pláss og skal sigast, at higartil eru fleiri pláss longu bíløgd. Tað er avmarkað luttøka til báðar dagarnar.