Skipa fyri Skam maraton um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.09.2017 - 17:42

Mentan >

Leingist tú eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda.

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.

Vikuskiftið endar við eini SKAM quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

Fríggjadagin 8. september
kl. 17.00-17.15
Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum

kl. 17.15-17.35
Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum

kl. 17.40-18.00
Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum

kl. 18.00-18.20
Steðgur

kl. 18.20-22.00
SKAM: Sesong 1

Leygardagin 9. september
kl. 10.00-13.00
SKAM: Sesong 2

kl. 13.00-13.30
Steðgur

kl. 13.30-16.45
SKAM: Sesong 2

kl. 16.45-17.15
Steðgur

kl. 17.15-17.45
Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar

kl. 17.45-21.45
SKAM: Sesong 3

Sunnudagin 10. september
kl. 10.00-13.00
SKAM: sesong 4

kl.13.00-13.30
Steðgur

kl.13.30-16.00
SKAM: sesong 4

kl. 16.00-17.00
Spurnarkapping um SKAM