(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Skipandi býráðsfundur á Tvøroyri í dag

Niels Petersen

29.11.2016 - 13:18

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Almennur, skipandi býráðsfundur fyri komandi býráð í Tvøroyrar Kommunu, verður í dag klokkan 15:30 í býráðssalinum. Hetta boðar kommunan frá á vanga sínum á Facebook.

Á Kommunuvalinum 08. november blivu hesi 7 vald inn í býráðið:

Kommunulistin - 3 blivu vald:
Kristin Michelsen
Kristina Kambskarð Sørensen
Alvi Mortensen

Javnaðarlistin - 3 blivu vald
Bjarni Hammer
Bogi Johannesen
Súsanna Bertholdsen

Borgaralistin - 1 bleiv vald
Anita Vibergsdóttir

Orsakað av at Bogi Johannesen á Javnaðarlistanum var var burturstaddur, varð valt at útseta skipandi býráðsfundin til í dag.