(Skíggjatvítak: Posta)

Skipanin við mvg-fríum pakkum úr útheiminum skal endurskoðast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.02.2018 - 14:02

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Fíggjarmálaráðið er farið at hyggja at skipanini við avgjaldsfríum pakkum til Føroya, og endamálið skal vera til gagns fyri bæði tey, ið keypa úr útlandinum og eisini føroysku handilsvinnuna.

Soleiðis segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í tinginum í gjár, tá hon svaraði Bárði á Steig Nielsen viðvíkjandi skipanini.

Bárður á Steig Nielsen vísti á, at føroyska handilsvinnan upplivir eina ójavna kapping, tá kinesiskir handlar kunnu selja vørur upp til 300 krónur mvg-frítt, men tá hetta ikki er galdandi fyri føroyskar handlar.

Hesin ójavni má rættast, um vit skulu varðveita eitt ríkt handilslív í Føroyum, heldur Bjárður á Steig Nielsen.

Kristina Háfoss vísti á, at loftið á 300 krónur varð sett av løgtinginum, tá skipanin varð sett í gildi í 2009. Upprunaliga var ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum at hava eitt loft á 150 krónur, nøkulunda tað sama sum flest øll lond í Evropa hava.

- Tað eru nógv, sum fegnast um henda møguleikan, men eg skilji eisini áskoðanina hjá føroysku handilsvinnuna, og tí vóni eg, at vit finna eina skipan, sum báðir partar kunnu liva við, segði Kristina Háfoss.

Samstundis vísti hon á, at tað er neyðugt at hava eitt mark fyri mvg-frítøku, tí annars kann støðan gerast tann, at tað kostar nógv meira at avgreiða pakkan, enn hvat pakkin er verdur, og tað ber ikki til, segði Kristina Háfoss.

Tí tað er eitt ovurstórt tal av smápakkum, sum kemur til Føroya hvønn einasta dag. 7.500 pakkar um vikuna í miðal, og 80 prosent av teimum hava eitt virði undir 150 krónur og 60 prosent undir 50 krónur, upplýsti landsstýriskvinnan.

Les eisini: Tollfríir pakkar fyri meira enn 2 milliónir til Føroya um vikuna