Tilvildarlig mynd. factortech.com

Skiparaleys skip í Danmark áðrenn 2020



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

19.03.2017 - 15:55

Tíðindi > Tíðindi > Skipasøga

Í nærmastu framtíð skulu skiparaleys skip sigla á donsku firðunum.

Tað sigur í øllum førum danski vinnumálaráðharrin, Brian Mikkelsen, ið ætlar sær at arbeiða fyri at broyta lóggávuna, soleiðis at møguligt verður at sigla við skiparaleysum skipum í donskum sjógvi.

Eftir ætlan skal tøknin loysa skiparan av, tí at størsti parturin av teimum ólukkum, ið standast í skipaferðsluni, eru av mannaávum.

Ætlanirnar hjá vinnumálaráðharranum byggja á eina analysu, ið Søfartsstyrelsen hevur latið gjørt saman við Danmarks Tekniske Universitet av sjálvkoyrandi bilum og ómannaðum flogførum.

Stóru skipini hava frammamundan tøkni, ið loyvir nógvari automatisering, og tøl frá European Maritime Safety Agency vísa sambært DR, at í tiðarskeiðnum frá 2011 til 2016 vóru menniskjaligir feilir atvoldin til 62% av øllum ólukkum á og við skipum, ið eru skrásett í ES.

Brian Mikkelsen vil vera við, at úrslitið av skiparaleysari sigling skal vera bíligari vørur og bíligari ferðafólkaflutningur við ferjum.

- Eg dugi væl at síggja, at ferðafólkaskip verða uttan ein skipara á brúnni. Tá eg koyri við metro í Keypmannahavn, er heldur eingin førari fremst, og tað er tryggari, enn at har situr ein førari, ið kann sovna ella sita og spæla spøl [á telefonini, red.], sigur Brian Mikkelsen við DR.

Brian Mikkelsen vil ikki siga júst nær, at skiparaleys skip verða at síggja í Danmark, men tað verður undir øllum umstøðum áðrenn 2020, sigur hann.