Thunder, fyrrverandi Vesturvón, er her farin at søkka tann 6. apríl í ar. Mynd: Simon Ager/Sea Shepherd

Skiparin á gamla Vesturvón trý ára fongsul fyri ránsveiðu

Jógvan Hugo Gardar

13.10.2015 - 09:07

>

Í apríl sakk fyrrverandi føroyski trolarin Vesturvón, sum pirattrolarin Thunder. Hann fór at søkka tann 6. apríl, aftaná at Sea Shepherd-skipið Bob Barker hevði jagstra hann í 110 dagar - um stóran part av indiska havinum, og heilt norð til oyggjalandið Sao Tome og Principe, í Vestur-Afrika.

Bob Barker bjargaði manningini, og fekkeisini fatur á einum pørtum av skjølunum og útgerðini hjá Thunder. Hesi eru nú brúkt í rættarmálinum móti trimum av yvormonnunum á Thunder. Teir eru ákærdir fyri at ikki at hava silgt skipið rætt, fyri dálking og fyri skjalafalsan.

Teir hava sitið í varðhaldi síðani í apríl. Í gjár fall dómurin, skrivar Dagens Næringsliv, ið hevur fylgt málinum síðani í vetur.

Thunder bleiv settur á Interpol-listan í november 2013.

Ríkisákærin á Sao Tome, Kelve Nobre de Carvalho, sigur í einum telduposti til Dagens Næringsliv at dómarin meinar at allir tríggir eru sekir í ákærunum. Skiparin er dømdur trý ára fongsul, maskinmeistarin í tvey ár og níggju mánaðir og annar meistarin skal inn at sita í tvey ár og átta mánaðir.

Teir tríggir eru eisini dømdir til at gjalda 15 milliónir evrur í endurgjaldi til landskassan hjá Sao Tome og Principe dálking og umhvørvisoyðing. Teir hava fingið 15 dagar at umhugsa dómin í.

LES EISINI - 8. februar 2015: Gamli Vesturvón royndi at sigla á Sea Shepherd-skip

LES EISINI - 6. apríl 2015: Gamli Vesturvón sokkin - liggur á 3800 metra dýpi

LES EISINI - 7. apríl 2015: Sjónband av tá gamli Vesturvón sakk

LES EISINI 7. desember 2013: Fyrrverandi føroyskur trolari gjørdist havsins bandittur